Guy ger film um Madonnu

Guy Ritchie fer í næstum undir at gera ein film um hjúnarlagið við Madonnu, har hann fer at greiða frá, hvussu hon var í tey 8 árini, tey bæði vóru gift.

Ætlanirnar hjá bretska leikstjóranum hava gjørt Madonnu sera bangna, eins og hon var, tá ið beiggi hennara, Christopher Ciccone, skrivaði eina bók um samband sítt við Madonnu.

 

- Guy hevur sagt, at flestu fólkini ikki vildu trúgva tí, sum hendi í hjúnarlagi teirra. Filmurin fer at vera sera myrkur, sigur ein kelda frá.