Guvernørur í Brasilia sendur til hús eftir álop á tjóðartingið

Vantandi trygd kring valdsstovnar í Brasil merkja, at guvernørur er sendur til hús í 90 dagar.

Ein hægstarættardómari í Brasil hevur sett guvernørin í høvuðsstaðnum, Brasilia, úr starvi í 90 dagar. Avgerðin er grundað á vantandi trygd við bygningarnar við tjóðartingið, forsetaborgina og hægstarætt, sum vórðu álopin í gjár.

Eftir at brasilska løgreglan hevði endurvunnið tamarhaldið við teimum trimum bygningunum, sum, liggja í sama stað, hevur fokus verið á, hvussu hetta kundi henda.

Dómarin, Alaxandre de Moraes, gjørdi seint í gjárkvøldið av, at guvernørurin Ibaneis Rocha verður koyrdur úr starvi í 90 dagar.

Teir tríggir bygningarnir vóru álopnir av viðhaldsfólki hjá fyrrverandi forsetanum Jair Bolsonaro.

 

Fleiri túsund viðhaldsfólk mótmæltu og kravdu, at atkvøðurnar frá forsetavalinum skulu teljast umaftur. Valið vann Luiz Inácio Lula da Silva á vinstraveinginum, sum soleiðis er nýggjur forseti.

Viðhaldsfólkini hjá fyrrverandi forsetanum fóru um avbyrgingar og lupu á bygningarnar.

##med2##

Lula forseti hevur ákært brasilsku løgregluna fyri at hyggja at, meðan mótmælisfólkini lupu á valdsstovnarnar. Evsti leiðari hjá løgregluni er júst Ibaneis Rocha guvernør, sum er fyrrverandi sameindur hjá Jair Bolsonaro.

Ibaneis Rocha bað í eini video Lula um umbering fyri vantandi trygd. Samstundis hevur hann sambært tíðindastovuni AFP koyrt trygdarstjóran í Brasila, Anderson Torres, til hús.

Torres var áður løgmálaráðharri í stjórnini hjá Jair Bolsonaro.

Brasilia er umframt at vera høvuðsstaður í Brasil ein landsins 27 deilríkjum.

/ritzau/Reuters