Eldur er eftir øllum at døma í eini oljugoymslu í russiska býnum Belgogrod.
Guvernørurin á staðnum sigur, at tað er av einum ukrainskum loftálopi við tveimum hernaðartyrlum.
Um so er, so er tað fyrsta ukrainska álopið á russiskari jørð í meira enn fimm vikur drúgva krígnum.
Sambært russiska guvernørinum, Vjatjeslav Gladkov, flugu tvær hernaðartyrlur yvir markið til Russlands. Í lágari hædd skutu tær oljugoymsluna við rakettum. Síðani kom eldur í.
Goymsluna eigur størsta oljufelagið í Russlandi, Rosnevt.
Tveir persónar fingu skaða av spreingingunum. Í búgvar í pørtum av býnum eru fluttir burtur, sigur guvernørurin.
Hann hevur lagt videomynd av álopinum á elektronisku tænastuna Telegram.
Tíðindastovan Reuters hevur ikki fingið váttað, um myndirnar vísa tað, sum guvernørurin sigur.
Ukrainska verjan hevur ikki viðmerkt málið.
Býurin Belgorod liggur norðan fyri markið til Ukraina. Umleið 80 kilometrar frá ukrainska stórbýnum Kharkiv.
Russiska ortodoksa kirkjan upplýsir, at ein prestur í russiska herinum doyði í gjár. Tað hendi, tá eitt økið í Belgorod-økinum »varð bumbaður av eini ukrainskari Smerch«. Tað skrivar AFP.
Hatta var í bygdini Zhuaravljovka. Hon er tveir kilometrar frá markinum til Ukraina. Ein Smerch er ein rakettkastari.
Belgorod vr í vikunum upp til russisku innráðsina í Ukraina 24. februar økið, har russiski herurin savnaðist.
/ritzau/