David Paterson hevur verið varaguvernørur í New York, men tekur nú við sum guvernørur eftir Eliot Spitzer, sum noyddist at leggja frá sær í síðstu viku, eftir at tað var komið fram, at hann hevði goldið einari skøkju av tí betra slagnum næstan 400.000 krónur fyri ymsar tænastur.
David Paterson kemur í amerikonsku søgubøkurnar. Í fyrra lagi tí hann er tann fyrsti svarti guvernørurin í New York, og í øðrum lagi er hann tann fyrsti blindi guvernørurin í USA, sigur CNN. Sum skilst er David Paterson ikki starblindur, men hann sær næstan einki. Hann varð dúgliga fagnaður eftir innsetanina í gjár.
Eins og Eliot Spitzer er tann 53 ára gamli David Paterson trúgvur stuðul hjá Hillary Clinton, sum umboðar New York í Senatinum, og tað er eingin ivi um, hvar hann fer at seta sín kross, tá hann sum guvernørur fer at atkvøða á uppstillingarfundinum hjá demokratunum seinni í ár.
Hillary Clinton var eisini hjástødd undir innsetanini í gjár saman við borgarstjóranum í New York, Michael Bloomberg. Eliot Spitzer var harafturímóti ikki at síggja, sigur CNN.