Guus Hiddink venjari í Chelsea

Seinnapartin í dag hevur Chelsea staðfesta, at Guus Hiddink er settur í starv sum høvuðsvenjari í Chelsea restina av kappingarárinum.

 

Hann tekur við eftir Luiz Felipe Scolari, ið fekk varð koyrdur til hús mánadagin, men heldur tó samstundis fram um venjari hjá russiska landsliðnum.

 

Hiddink sigur við niðurlendsku útvarpsstøðina Radio 538, at hann hevur takkað ja til uppgávuna, tí at hann persónliga kennir eigaran av Chelsea, Roman Abramovich, gjøgnum hitt starvið hjá sær sum russiskur landsliðsvenjari.

 

- Tað er ein vinartænasta. Abramovich ger so ótrúliga nógv fyri russiskan fótbólt, at eg nú vil geva nakað aftur. Hann ringdi persónliga til mín. Eg kann gott klára starvið, tí vit spæla bert tveir dystir við landsliðnum í apríl og ein í juni, men til ta tíð verður enska kappngarárið av, sigur Guus Hiddink.

 

Tað er enn óvist, um Hiddink longu vil standa við róðrið til FA Cup dystin móti Watford um vikuskiftið, ella um hann fyrst vil standa við róðrið næsta vikuskifti, tá teir leika móti Aston Villa í Premier League.

 

Russiska landsliðið spælur HM-undankappingardyst móti Aserbadjan tann 28. mars og móti Liktinstein fýra dagar seinni.

 

Guus Hiddink er 62 ára gamal, og hevur verið venjari hjá 10 liðum, millum annað PSV Eindhoven, Valencia, Hollandi, Real Madrid, Avstralia og Russlandi. Chelsea verður 11 liðið í røðini.

 

Hann hevur meistari, steypavinnari og Europa Cup vinnari við PSV Eindhoven.