RENNING
Tá kappast verður í renning á hálva maratonteininum, endar tað sum oftast við, at Guttorm Sørensen stendur sum vinnari, og hann hevur vunnið eitt ótal av føroyameistaraheitum á hesum teini. So var eisini hesa ferð.
– Eg rokni við, at tað vóru royndirnar, sum gjørdu munin. Fyri at royna at klára kravtíðina, avtalaðu vit at fylgjast fyrstu 10 kilometrarnar og renna teir undir 35 minuttir, men tá tíðin var 40 sekund yvir 35 minuttir, valdi eg at seta meira ferð á, greiðir Guttorm Sørensen frá.
Gudmund Joensen er ikki rennari burturav, men ger mest vart við seg í triatlon, so hann var stak nøgdur við at vinna silvur leygardagin.
– Hetta er mítt fyrsta hálva maraton nakrantíð, so eg var rættiliga moyrur, tá Guttorm setti meira ferð á ímóti endanum, sigur Gudmundur, sum slett ikki rann við fyri at koma til oyggjaleikirnar, tí júst tá við í kappingini um danska meistaraheitið í triatlon.
Móður eftir maraton
Andrias Hansen var hinvegin ikki serliga væl nøgdur við sítt triðjapláss, tí tá hálvt maraton var á nýggjárinum, vann hann við einari tíð, sum var tveir minuttir betri enn vinnaratíðin leygardagin.
– Eg skuldi verið betri fyri nú, men vindurin gjørdi sítt, umframt at eg framvegis merki í beinunum, at eg herfyri rann maraton í París, sigur Andrias, sum eftir at hava hugsað seg um, kortini sigur seg vera nøgdan við triðjaplássið.
Eitt sindur av fokus var á Sam Vang, sum gjørdist nummar fýra, tí hann satsaði uppá at koma til Oyggjaleikirnar á Álandi sum rennari, samstundis sum hann frammanundan er úttikin til leikirnar í judo.
– Veðrið var sum so fínt, men vindurin var so mikið nógvur, at eg helst var ov lættur til at fáa gjørt meg galdandi. Men nú eri eg fegin um, at eg umvegis judo havi eitt atgongumerki til Álands, staðfesti Sam Vang, sum í judo skal royna seg í lættasta vektbólkinum, ÷60 kilo.