Guttorm Sørensen úr Hvannasundi, sum var ein av størstu profilum í føroyskari renning nakrantíð, doyði í gjár 52 ára gamal. Hann var framúr rennari, dugnaligur venjari og íðin fyriskipari og slóðari.
Síðani 2016 hevur hann verið sjúkur av krabbameini, og hann hevur stríðst treiskur og áhaldandi – júst sum hann var sum rennari – ímóti sjúkuni. Nú var einki at gera, og Gutti andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Guttorm Sørensen var í eini 25 ár millum bestu føroysku rennarar. Hann vann ólteljandi rennikappingar og FM her heima, hann vann fleiri danmarksmeistaraheiti í liðkappingum, og hann umboðaði Føroyar á nógvum Oyggjaleikum. Eitt av hansara størstu rennibrøgdum er føroyska metið á 10.000 metrum, sum hevur staðið síðani miðskeiðis í 1990’unum.
Umframt at vera virkin rennari gjørdi Gutti eisini stórt sjálvboðið arbeiði innan ítrótt – serliga renning. Hann var við at stovna sersambandið fyri frælsan ítrótt, og rennifelagið Treysti í Klaksvík var hansara hjartabarn. Gutti var sera virkin í renningini, hann stílaði fyri kappingum, gjørdi klárt, hann rann, og hann syrgdi eisini fyri, at myndir vórðu tiknar, og umrøða varð skrivað. Hann var á brúnni, á dekkinum og í maskinrúminum hvørt um annað – og altíð við sínum jaliga og hugagóða lyndi. Gutti var venjari og fyrimynd hjá yngri rennarum, og hann tók stór tøk fyri bæði elituítrótti og breiddarítrótti. Gutti var eisini virkin í fótbólti. Hann var í fleiri ár nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelagi, og sum íðin Liverpool viðhaldsmaður luttók hann eisini í nevndararbeiði í føroyska fjepparafelagnum hjá Liverpool.
##med2##
Í 2009 varð Gutti kosin »Ársins Rósa« í Klaksvík. Hann fekk viðurkenningina fyri sítt stóra sjálvbodna arbeiði fyri frælsan ítrótt. Í 2018 fekk hann Heiðursskjal Poul E. Petersens, sum er ein tann størsti heiðurin, ið latin verður í føroyskum ítrótti. Gutti tók ímóti heiðursskjalinum á móttøku í Býráðshøllini í Klaksvík, har fleiri hildu røður fyri honum. Ein av teimum var Jógvan Skorheim, táverandi borgarstjóri í Klaksvík:
– Tú hevur altíð verið lættur á fótum og av lyndi, og sjálvt um sjúka hevur givið tær tungar mótbrekkur seinastu árini, so hevur tú runnið víðari. Tú ert ongantíð steðgaður, og tú slóðar framvegis fyri. Tað eru vit mong, sum takka hjartaliga fyri, og vit ynskja tær eisini hjartaliga til lukku við væl uppiborna heiðrinum, segði Jógvan Skorheim millum annað.
Guttorm Sørensen var eisini eitt undangongufólk í arbeiðnum at fáa rennibreyt í Klaksvík, og hon stendur nú í gerð.
Í dag hava fleiri fólk skrivað viðurkennandi orð um Guttorm Sørensen á sosialum miðlum. Ein av teimum er Andreas Josephsen, sum nú er formaður í Treysti.
– Treysti fer aldrin at vera tað sama aftur, nú tú ikki er her longur, vit koma at sakna teg. Orð eru fátøk í slíkum støðum, men eg hvíli í tankanum at tú nú rennur í einum betri staði, har ongin pína og sorg er, skrivar Andreas Josephsen millum annað.
Guttorm Sørensen var giftur Ingun, og tey búðu í Klaksvík. Tey eiga børnini Jan Elmar og Kamillu.
Jan Elmar hevur skrivað ein rørandi tekst um pápa sín á facebook. Hann skrivar millum annað:
– Tú hevur kempað síðstu tíðina, alt sum tú kláraði, við nógvari pínu, tú vart slett ikki klárur at fara enn, tað var so nógv meira tú vildi uppnáa við fríviliga arbeiðinum og uppliva í lívinum, men nú orkaði kroppurin ikki meira. Takk fyri alt, saknurin er stórur. Nú ert tú uttan pínu og eitt betri stað.
##med3##
Og so er hóskandi at enda, sum Gutti sjálvur altíð gjørdi, tá ið hann skrivaði heilsanir til fólk: YNWA!