Leygardagin varð skipað fyri sonevndu Heiðarenningini í Runavík. Teinurin var 7,2 km, og runnið varð frá Runavíkar Sjómansheimi inn á Lambareiði og útaftur. Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, kalt og vindur.
Undan kappingini var Guttorm Sørensen favorittur ? hann hevur vunnið allar rennikappingarnar í ár.
Tað eydnaðist honum eisini at vinna Heiðarenningina, men sigurin varð meiri tepur enn vanligt. Tá teir komu á mál, var Guttorm bert 9 og 16 sekund frammanfyri ávikavist Sølva R. Hansen og Rúna Olsen.
Fyrireikararnir vóru annars vælnøgdir við luttøkuna í hesi tí seinastu ætlaðu rennikappingi í ár. Tilsamans 12 luttakarar vóru í kappingini leygardagin, hóast veðrið var vánaligt.
Úrslitini vóru annars hesi:
Menn:
1. Guttorm Sørensen, Treysti, 26,00 min.
2. Sølvi R. Hansen, Roysnið, 26,09 min.
3. Rúni Olsen, Bragdið, 26,16 min.
4. Leivur Johannesen, Havn.
5. Rúni Petersen, Havn.
6. Olaf Olsen, Roysnið.
7. Hanus Højgaard, Roysnið.
8. Robert Vilhelmsen, Havn.
Kvinnur:
1. Ása Poulsen, Havn.
2. Súsanna Niclassen, Havn.
Børn:
1. Bogi Højgaard, Havn
2. Jaspur Højgaard, Roysnið.