Guttorm Sørensen vann eisini á Agninum

Renning: Kappingin runt Agnið varð runnin í ringum veðri leygardagin

Leygardagin skipaði Roysnið fyri rennikapping inni í Eysturoynni. 13 luttakarar runnu teir 10,5 km runt Agnið. Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, og vindur og regn gjørdu sítt til, at tíðirnar hjá flest øllum luttakarunum vórðu verri enn í fjør.

Guttorm Sørensen var undan kappingini stórfavorittur. Hann hevur vunnið allar kappingarnar í Føroyum í ár. Hann legði eisini hart út, og longu eftir fyrsta kilometurin, ið var í brattari mótbrekku, var hann leysur frá hinum.

Eftir hetta var tað bert ein spurningur um, hvussu stór leiðslan hjá honum fór at verða. Guttorm vann við hálvumøðrum minutti. Næstir honum komu Sølvi

R. Hansen og Bogi Olsen. Størsti spenningurin mundi tó vera um níggjunda plássið. Eftir ein harðan spurt komu teir báðir Jaspur Højgaard, 13 ár, og Regin Jóanesarson, 53 ár, púra javnir um málstrikuna. Hesir báðir vóru samstundis teir einastu av rennarunum leygardagin, ið betraðu um tíðirnar frá í fjør. Regin betraði um tíðina við 2,43 min., meðan Jaspur rann heilar 4,31 min. skjótari í teimum ringu líkindunum í ár.

Í kappingini hjá kvinnum vóru bert tríggir luttakarar. Eftir at hava fylgst ein part av teininum eyðnaðist tað Ásu Poulsen úr Havn at vinna á vinkonuni Súsonnu Niclasen.