Guttorm og Bjørk skjótast í Havn

Guttorm Sørensen og Bjørk Herup Olsen komu fyrst um máli, tá næsta umfarið av vetrarkappingini í renning var um vikuskiftið

Frælsur Ítróttur

Hóast kvøldini eru myrk og veðrið er heldur meira illfýsið, enn tað er um summarið, so heldur hetta ikki føroyingum frá at renna.
Vetrarkappngin varð sett á stovn fyri at halda lív í ítróttini á vetrartíð, og skal metast eftir luttakaratalinum, so er talan um eina dundrandi succés.
Leygarmorgunin varð byrjað á Tórbreyt, tá næsta umfar av vetrarkappingini var á skránni, og knappan tíma seinni komu fyrstu luttakararnir á mál. Ikki óvæntað vóru Guttorm Sørensen og Bjørk Herup Olsen fyrst um málið hjá ávíkavist monnum og kvinnum.
Bjørk var enntá púrasta suveren hjá kvinnum, men tó at Guttorm var væl og virðiliga leysur, so var ikki so øgiliga langt aftur til Paula Johannesen, sum var næstur á málið.