Triðja umfar í Vetrarkappingini var um vikuskiftið, og hóast hon varð darvað av veðrinum, var kappingin væleydnað.
Byrjað var at renna við nýggja og vakra felagshúsið hjá EB/Streymi í Streymnesi, og har var eisini málið.
Í samlaðu støðuni er Guttorm klárt á odda, men nú frammanfyri Andrias á øðrum plássi og Borgar á triðja plássi. Sam, Sigurð og aðrir góðir rennarar úr Bragdinum eru nú úti úr samlaðu kappingini, tí teir ikki vóru við leygardagin. Borgar er á odda hjá veteranunum og Jan Elmar er á odda hjá mansunglingunum.
Jan Elmar, ið bleiv skurðviðgjørdur í skinnabeininum beint áðrenn jól, og tí ikki hevur vant nakað serligt síðani, kláraði seg eftir umstøðunum sera væl.
Næsta umfar í Vetrarkappingini verður í Hvannasundi leygardagin 23. februar og verður tað Treysti sum skipar fyri hesum umfarinum. Tá fara børnini at renna 4 km og tey vaksnu 10 km. Runnið verður frá Sandoyrabug, har Másin leggur at, og suður eftir nýggja fjøruvegnum út í Bug har runnið verður niðan á bygdavegin og norður aftur til Sandoyrabug. Hesin teinur er umleið 1 km til longdar.
Næsta kapping á skránni er FM í crossrenning, sum verður leygardagin 9. februar.