- Takk fyri meg. Eftir 12 ógloymandi ár og sanna matgleði sløkki eg nú fyri katering.
Tað skrivar kendi kokkurin, Gutti Winther á Facebook fyri løtu síðan.
- Farsóttin og avleiðingarnar av henni hava rakt alla matgerðarvinnuna hart og okkum, ið taka okkum av katering, eitt sindur ov hart.
Gutti Winther vísir á, at hóast onkrir glottar eru, eru avlýsingar enn gerandiskostur, og eingin moli - ei heldur uggi - fæst úr hjálparpakkunum.
- Hendan tíðin hevur tømt spískamarið, hjallin og frystiboksina, her er einki eftir, og tí gevist eg, áðrenn hungurin stendur í durunum.
Kendi kokkurin vísir á, at hvørki orka ella hugur eru til at byggja alt upp aftur av nýggjum.
- Tí er leigumálið fyri køkin sagt upp, starvsfólkini hava fingið boð, og tá hesir seinastu ordrarnir eru avgreiddir, gevist eg við kateringvirkseminum.
Gutti Winther endar sína fráboðan á Facebook við hesum orðum:
- Men eg síggi bjart upp á framtíðina, og eg eri tøkur til nýggj og spennandi ævintýr.