Gutti varð feldur av gomlu skaða

Tað var ikki tespiligt, tá Gutti Harryson koykti fótin og varð borin av vøllinum undir liðkappingini í fimleiki. Við skaðanum hjá Gutta ruku eisini møguleikarnir hjá Føroyum at røkka gullinum

Føroyingar stílaðu eftir gullinum í liðkappingini í fimleiki hjá monnum. Fyri kappingina var greitt, at Isle Of Man fór at verða harðasti kappingarneyti, men føroyingar høvdu vónir um at koppa Isle of Man hesaferð.

Tær vónirnar fingu eitt skot fyri bógvin, tá ið Gutti Harryson koykti fótin í sínari seriu á gólvinum. Hann fór skeivur í einari lending og koykti høgra fót illa. Hann reyk í gólvið og var sera keddur av hendingini. Men einki var at gera. Gutti mátti fáa viðgerð og stuðlast av vøllinum

- Tað hendi júst tað sama, sum hendi í DM fyri tveimum mánaðum síðani. Eg beklaði fótin í einari lending á gólvinum. Hesaferð merkti eg kúlina á høgra fótliði nerta við gólvið, og eg beklaði eisini vinstra fót eitt sindur. Hetta er fimtu ferð, at eg fái júst hendan skaða, so liðbondini eru helst blivin ov elastisk, sigur Gutti Harryson.

- Hetta var keðiligt. Eitt er tað, at eg ikki fái gjøgnumført hesa kappingina, men eg havi eisini aðrar kappingar í Danmark at hugsa um. Eg havi havt sama skaða áður, og eg havi beint áðrenn hesar Oyggjaleikirnar verið uppvenjing fyri at koma fyri meg aftur, og nú skal eg ígjøgnum alt umaftur.

- Eg skal verða við í DM fyri lið síðst í august, og nú vóni eg, at eg verði klárur til ta kappingina, sigur Gutti Harryson.

 

Venjarin vildi hava gullið

Føroyar endaðu sum nummar 2 í liðkappingini, og hóast teir fimleikararnir, sum gjøgnumførdu kappingina, stóðu seg væl, so harmaðist venjarin um gongdina í kappingini.

- Eg eri væl nøgdur við avrikini, men tað merkti dagin hjá okkum, at Gutty koykti fótin og mátti gevast. Gutti er góður á gólvinum, og hann hevur eisini eitt sera gott lop, men vit fingu ikki brúkt hann í dag, og tað ávirkaði okkara úrslit, sigur Eyvind Akraberg Hansen, venjari.

- Vit høvdu ætlanir um at vera frammanfyri Isle of Man, og vit høvdu eisini ein kjans til ta, men tað gjørdist truplari hjá okkum, eftir at Gutti fór úr kappingini, tí hann hevði helst megnað at toga okkara karakter eitt sindur upp.

Seinni í vikuni verða fleiri kappingar í fimleiki.

 

 

-------------

 

Bronsa til kvinnurnar

 

Tað tók sína tíð, áðrenn føroysku fimleikakvinnurnar fingu staðfest, at tær høvdu vunnið bronsu í liðkappingini í fimleiki.

Tey átta liðini vórðu bólkað í tveir bólkar, og her vóru Føroyar í bólki við bæði Isle of Man og Bermuda, sum eiga sterkastu fimleikakvinnurnar.

Ikki óvæntað endaði Føroyar sum nummar trý í bólkinum, og so var at bíða eftir næsta bólkinum, har tað serliga vóru úrslitini hjá álendsku vertunum, sum høvdu føroyskan áhuga.

Men tá alt kom til alt, var ikki so øgiligur ivi um úrslitið kortini. Samlaða úrslitið hjá føroysku kvinnunum var 98,3 stig, meðan Áland hevði 96,1 stig.

Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Anita Knudsen Fossdalsá, Silja Højgaard, Fríðhild Reinert Norðgerð, Kristina Toftegaard og Katrin Sólrúnardóttir Wardum.