Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalin

Um tveir mánaðir verður aftur Dansibandsfestivalur í Vági.

Um tveir mánaðir, í døgunum 5. og 6. mai, verður Dansibandsfestivalur í Vági. Umframt kendu FERNANDOZ úr Svørríki, er eisini greitt, at Gutta fra Scandinavia koma á Dansibandsfestivalin í ár.

 

Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestrið Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestri í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.

 

Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond, og aðrastaðni við, undir heitinum Gutta fra Scandinavia.

 

Og nú er so greitt, at Gutta fra Scandinavia koma á Dansibandsfestivalin í Vági, sum verður í døgunum 5. og 6. mai.