ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, hevur í dag latið eitt bræv til russiska forsetan, Vladimir Putin.
Útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at ST-aðalskrivarin hevur latið russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, brævið.
Boðini hjá Antonio Guterres eru, at uttanríkisráðharrin skal lata brævið víðari til russiska forsetan, tá hann kemur heimaftur.
Um innihaldið í brævinum verður sagt, at ST-aðalskrivarin hevur eitt uppskot til Vladimir Putin um, hvussu kornavtalan kann betrast, víðkast og leingjast.
Vit kunnu leggja aftrat, at kornavtalan er ein avtala, sum ST og Turkaland hava fingið í lag við Russland og Ukraina.
Ukraina er stórur útflytari av korni, og avtalan skal tryggja, at ukrainsk skip framhaldandi sleppa at sigla við korni í Svartahavinum uttan at verða álopin.











