Gustav vitjar Føroyar

Danska realitystjørnan Gustav vitjar um vikuskiftið í Føroyum.

 

Gustav var fyrstu ferð at síggja á sjónvarpsskíggjanum í fjør í donsku realityrøðini For lækker til love. Í sendingunum fór tann heldur kræsni Gustav á ymsar dates í vónini um at finna tann einasta eina. Higartil hevur tað ikki eydnast honum.

 

Seinastu tíðina hava føroyingar havt møguleika at fylgt Gustav á TV3, har vit hava sæð hann verið í jungluni saman við øðrum realitystjørnum.

 

Tann 21 ára gamli latinofýrurin, sum ikki er bangin at brúka nóg mikið av sjálvbrúnara, gleðir seg at koma til Føroyar.

 

- Tað verður spennandi at koma til Føroyar, tí eg havi ongantíð verið har fyrr. Eg kundi hugsað mær at sloppið eitt sindur runt, so eg síggi tykkara land, segði Gustav í eini samrøðu við Rás2 hósdagin.

 

Tey, ið kundu hugsað sær at hitt Gustav, kunnu fara í Rex í Havn í kvøld og í Klubban á Tvøroyri í annaðkvøld, tí Gustav verður gestabarrvørur á báðum støðum um vikuskiftið.

 

- Eg fari at gera júst teir drykkirnir, sum fólk ynskja, og sjálvandi fara tey eisini at kunna fáa ein mojito, sum er mín yndisdrykkur, sigur Gustav.