Hóast Gustav ikki gjørdi so stóran skaða, sum myndugleikarnir stúrdu fyri, so mæla teir framvegis teimum flýddu frá at venda heimaftur enn. Eitt nú hava umleið 800.000 fólk ongan streym, og harafturat er vandin fyri varnflóð ikki av enn. Tá ódnin Katrina herjaði somu leiðir fyri trimum árum síðani, fóru byrgingarnar ikki fyrr enn dagin eftir sjálva ódnina. Myndugleikarnir í statinum Louisiana søgdu í morgun, at tá stóð ógvuliga nógv á byrgingunum sunnan fyri New Orleans, og at tað bar ikki til at siga, um tær fóru at halda.
Tá Katrina herjaði, doyðu 1.600 fólk, men hesaferð høvdu myndugleikarnir fyrireikað seg betur, og næstan tvær milliónir fólk vóru rýmd undan ódnini. Í morgun segði sjónvarpið CNN, at Gustav hevur kravt minst sjey mannalív, síðani ódnin kom inn yvir land í USA, men myndugleikarnir siga, at talið verður helst størri seinni, tá bjargingarliðini fara at leita.
Gustav var ein tropisk ódn í flokki 2, tá hon kom inn yvir strondina í Louisiana, men í morgun var hon viknað og skrásett sum ein ódn í flokki 1. Veðurmenninir siga, at hon fer at vikna uppaftur meiri, men at hon kortini fer at hava illveður við sær, tá hon seinni fer inn yvir Texas.
Samstundis hava veðurmenninir ávarað um, at ein tropiskur stormur er í ferð við at taka seg upp yvir Atlantshavinum, og at hann kann menna seg til eina tropiska ódn. Enn ber ikki til at siga við vissu, hvørja leið hon fer at taka, men fyribilsmetingar vísa, at hon fer at leggja leiðina inn í Karibiska Havið, sum vanligt er.
Tær ringastu ódnirnar í USA 1900-2005
1. Galveston, Texas í 1900. Millum 8.000 og 12.000 doyðu
2. Lake Okeechobee, Florida í 1928. Millum 2.500 og 3.000 doyðu
3. New Orleans, Louisiana í 2005. 1.600 doyðu
4. Florida Keys, Florida í 1935. 408 doyðu
5. Audrey, Louisiana í 1957. 390 doyðu
6. Miami, Pensacola í 1926. 372 doyðu
7. Grand Isle, Louisiana í 1909. 350 doyðu
8. Florida Keys, Texas í 1919. 287 doyðu
9. New Orleans í 1915 . 275 doyðu
10. Texas í 1915. 275 doyðu.










