Gustav herjar New Orleans

Hóast ódnin Gustav er viknað eitt sindur, er framnvegis stórur vandi fyri vatnflóð í New Orleans Fyrr í dag væntaðu amerikonsku veðurmenninir, at ódnin Gustav kundi menna seg til eina ódn í bólki 4, men ístaðin er hon viknað og er nú ein ódn í bólki 2, sigur CNN.

Veðurmenninir ávara kortini um, at Gustav kann elva til eina so mikið stóra flóðaldu, at byrgingarnar við New Orleans kunnu skrædna.

Umleið tvær milliónir fólk eru flýdd frá strondini við Meksikanska Flógvan undan ódnini. Mett verður, at 95 prosent av fólkinum í New Orleans eru farin úr býnum.