Gustav Hentze til áminningar

1. mai andaðist Gustav 74 ára gamal.

Gustav var sonur Vilhelm Hentze og Katrinu Hentze, fødd Nicodemussen.


Gustav og eg vóru bestu vinmenn, og kom eg soleiðis at verða sum húsfólk hjá teimum úti á Fjørubøkkum.


Vit hildu saman allar okkara óvitadagar, og minnist man soleiðis fleiri vandaferðir, sum ikki áttu at verði gjørdar. Undir krígnum leitaðu vit eftir reka saman. Hetta blivu vit stoppaðir við, men har vóru vit óhoyrigir, og vóru vit við strondina og leitaðu hvørja ferð ætt var, okkurt kubbið gjørdu vit, og soleiðis kallaðu tey okkum fyri rekabeiggjarnir.


Vit hildu saman allar okkara ungdómsdagar - á teir stuttligu dagar. Vit vóru eisini til skips saman. Komnir til tjúgu ára aldur fóru vit á skiparaskúla báðir, og búðu vit eisini saman. Tá ið skiparaskúlin var bæstur, fóru vit við sama skipi sum bestumenn, og sjálvt um kenningarfiskarí var, so fiskaðu vit í felag. Vit funnu okkum gentur um somu tíð, sum vit vórðu forlovaðir við. Vit bygdu hús um somu tíð. Vit giftust báðir sama ár og í sama mánað. Tá fingu vit báðir familju, men fiskaðu fleiri ár saman eftir tað.


Tey seinastu nógvu árini, vit vóru í vinnu, sildu vit í sama reiðaríi. Gustav um skopunarfjørð og eg um Skúoyarfjørð. Har var Gustav sera nógv avhildin fyri sítt blíða lyndi ímóti ferðafólkunum.


Tann triðja mai í ár kom ein ung dama av Sandi, sum var vinnandi í Havn, suður til Skopunar við Teistanum. Komin til Sands møtti hon soni mínum Evald, hon fortelur, at hon sat alla tíðina umborð og hugsaði um Gustav, túrarnar við Rituni Tórshavn–Skopun. Hendan vinarliga mannin sum gekk og heintaði spýggjubakkar, og fortaldi at nú eru vit komin um tað ringasta, og segði hvussu leingi var eftir til Skopunar. Evald spyr hana so, um hon ikki veit at Gustav er deyður og kom sum lík suður í seinastu rutu. Tað meinti hon var løgið, so mátti tað verða andin sum hevði verði við, so nógv hevði hon hugsa um hann.


Hetta, sum hendan daman segði um Gustav, var tað sum bleiv sagt um hann, bæði á landi og til skips, og ikki minst tey mongu ár hann sigldi sum skipari og styrimaður um skopunarfjørð.

Gustav var fyri tí keðiligu lagnu, longu áðrenn 67 ára aldur fór heilsan at bila. Tey seinastu árini var hann ógvuliga sjúkur, men tað eydnaðist honum at verða heima, har hann bleiv sera væl passaður av konuni og børnunum, sum hann var so góður við, og so eisini abbabørnini, sum hann var so sera glaður fyri.


Sum eg siti og skrivi, síggi eg oman á grøvuna hjá tær Gustav, og kann ikki lata verða við at tonkja, at likam titt nú hvílir Nirði á Krossi í okkara gamla spæliplássi í óvitadøgum.


Góða Klara, børnini og ommubørnini, eg eri greiður yvir at longsulin er eftir einum so góðum manni, pápa og abba. Men Várharra lekjur øll sár, og tað er styrkjandi, øll tey góðu minni tit eiga um Gustav.



Tá stormur ýldi homrum í

Og brimið breyt á lógv

Tá fóru vinur tú og eg

Um heygar og um sjógv




Sólvit