Gus tapti 29 milliónir í fjør

Á highstakesdb.com verður fylgt við, hvussu hevur gingist hjá stóru pokerspælarunum í heiminum, og her stendur danski Gus Hansen sum tann, ið hevur tapt mest upp á online-poker í 2009. Nevnliga 29 milliónir krónur. Sjálvur sigur Gus Hansen við danska Ekstra-Blaðið, at talið ikki er heilt so stórt. Men at tað er stórt, er eingin ivi um. - Snøgt sagt, so hevur talan verið um eitt út av lagi vánaligt ár. Hasar síðurnar hava ikki heilt neyva talið, men tað skal ikki tann stóri heiin til fyri at rokna út, at hetta ikki gongur fleiri ár á rað, sigur hann við Ekstra-Blaðið. - Eg havi nok framvegis ráð til ein pakka av Matador-mix, men stóru tapini byrja eisini at ávirka meg, og tað er tað vandamesta fyri ein poker-spælara, sigur Gus Hansen.