Í fyrru hálvfinaluni hóskvøldið spældu Brynhild Carlsson og Sigrun Smith. Brynhild royndi at stríðast, og í løtum sá rættiliga gott út hjá henni. Sigrun Smith var tó ein ov stórur biti hjá Brynhild. Sigrun vann í tveimum settum.
Hin semifinalan bleiv eitt satt drama. Einans 13 áragamla Rannvá spældi fullkomuliga uppímóti tí væl eldri Guri Poulsen. Rannvá var ótrúliga fokusera av einum so ungum spælara at vera, og legði hart út við at vinna fyrsta sett 21-17. Næsta sett var tætt, men nú sá út til at royndirnar hjá Guri komu henni til góðar. Hon spældi eitt sikkurt grundspæl, og gjørdi færri feilir enn Rannvá, sum til tíðir virkaði eitt sindur óneyv. Og so trúðu tey flestu at Guri fór at koyra triðja sett trygt í hús; men so bleiv ikki.
Triðja setti bleiv ein sannur gysari. Ótrúliga intenst og við høgari leikferð skiftust Rannvá og Guri um at taka leiðsluna í settinum og móti endanum var púra javnt. Í avgerandi støðuni var Guri kaldari og vann triðja sett 22-20