Gurið longu við aftur

Átti fyri tveimum mánaðum síðani, men var longu at síggja á vøllinum aftur sunnudagin, tá VB vann á StÍF

Kvinnuhondbóltur

At hondbóltsfepurin veruliga herjar í Vági, fekst besta prógvið um sunnudagin, tá VB vann sætta sigurin á rað og staðfesti sína støðu sum oddalið ? enntá við tvær ferðir so nógvum stigum sum næstu liðini.
Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, hoyrdist stórur fagnaður í høllini í Vági, tá 20 ára gamla Gurið Mortensen kom á vøllin.
At hon gjørdi tað, er í sær sjálvum kanska ikki so nógv at tosa um, tí tað hevur hon gjørt so mangan fyrr. Heldur eru tað umstøðurnar, ið gera hetta til eitt dømi um, at hondbóltsfepur herjar í Vági.
Tað eru ikki meira enn tveir mánaðir farnir, síðani Gurið átti ein lítlan beiggja tann 3. september. Hesin lítli hevur óivað eisini gott at bregða til í báðar ættir, tí pápin er fótbóltsspælarin Palli Augustinussen.
? Eg hevði vant tríggjar ferðir í vikuni, so eg fekk sjálvandi bara ta allarsíðstu løtuna í dystinum, sigur Gurið.
? Men tað var heilt ótrúligt at koma á vøllin og fáa so góða móttøku frá áskoðarunum. Og nú tað gongur so væl, er tað ordiliga stuttligt at vera við.

En gleði at venja
Tvær vikur eru nú, til VB aftur skal spæla dyst, og Gurið sigur, at hon gleðir seg til at halda fram við venjingini.
? Tað er ikki gott at siga, nær eg klári ein heilan dyst aftur, men nú ætli eg mær at dríva á við venjingini, so tað kann verða skjótt, sigur hon.
? Eg gleði meg ordiliga at fara til venjing, og nú tað gongur so væl, er hvør einasta venjing sum eitt spæl.
Sum so mangan fyrr, eru venjingarnar hjá VB-kvinnunum næstan blivnar ein familjuhending, tí aftrat sær til venjingarnar hevur Gurið mammuna Eyðbritt Krosslá og mostrarnar Mary Krosslá og Arnleyð Hjelm.
Og tá vit spyrja, hvussu tað er at fáa barnagentu, meðan venjingarnar eru, sigur Gurið, at tað stendur ikki á við tí.
Tað skuldi bara mangla!