Eg læs grein hjá Gunvør Balle, eg skal sum so ikki blanda meg uppí, hvat onnur halda og gera, men eg haldi at eitt gott uppskot var, at tú til dømis, góða Gunvør, flutti til útjaðaran í Føroyum og fann útav ,hvussu vit liva.
Tað kundi verið, at tú var ein mánað úti í Skúgvi, so slapp tú at royna Sildberan, kanska ein mánað í Dali og roynt Dalslíð/Sandslíð og Skopunarfjørð. Ynskiligt var, at tað var í januar mánaði.
Tí sum tú sigur sjálv, at tosa um tunnil er ókløkt.
So minnir handan kvinnan, sum býr í Tórshavn, okkum á, at vit heldur skula hugsa um skúlar. Eg skilji hana so, at tað gera vit ikki.
Men tað gera vit, tí vilja vit hava tunnil/fast samband.
So minnir hon okkum á, at vit heldur skula arbeiða fyri fólkavøkstri.
Tað gera vit Gunvør, tí vilja vit hava tunnil, nettup fyri at fáa fólkavøkstur.
Síðani sigur Gunvør, meira mentan, tað gevur gerandisdegnum meiri innihald.
Men frekt av mær at blanda meg upp í mentanarserfrøðingina úr miðstaðarøkinum.
Ella sum Gunnvør sigur, lati okkum heldur fáa bústaðir.
Jú nettup við einum tunnli til Sandoy fær tú fleiri bústaðir sera bíliga, og so er tað bert 15 min frá hjartanum í Føroyum.
Syndarligt at tú dugir so illa at seta teg inn í okkara viðurskiftir.
Suðurøkið í Føroyum er um at kollsigla.
Um Varðin Pelagic ikki var komin í Suðuroy, sum ein frelsandi eingil, ja so var støðan verri í Suðuroy enn í Sandoy.
Suðuroyingar hava sama túratal við Smyrli í dag, sum fyri 100 árum síðani.
Men hetta skilir Gunnvør Balle ikki, sum býr í hjartanum í Føroyum.
Vælsignaða, hugsa ikki bara um tykkum sjálvi og tykkara, men hugsi samhaldsfast, tí vit gjald líka nógv til samfelagið sum tit.
Tí skuldu vit havt sama sætt, sum tit.