– Tað er ikki akkurát eg at arbeiða sum tingfólk, og tí vil eg vera erlig fyri mær sjálvari og fyri veljarunum og havi gjørt av ikki at stilla upp.
Tað sigur Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur til løgtingsvalið 1. september.
Gunvør Balle stillaði fyrstu ferð upp til val á løgtingsvalinum seinast og varð vald.
– Eg havi hugsað um tað væl og leingi og eri púra avklárað við støðuna, sigur hon.
– Tú skalt vera nakað heilt serligt fyri at tíma hatta arbeiðið, og tað haldi eg ikki, at eg havi. Tað eru so nógv onnur góð fólk, sum fegin vilja tað, og tí havi eg tikið hesa støðuna. Men eg ætli mær kortini at stríðast í valstríðnum fyri at tryggja flokkinum eitt gott val, sigur Gunvør Balle.
Gunvør Balle starvaðist í Uttanríkisráðnum, áðrenn hon varð vald á ting. Hon hevur verið føroysk sendikvinna í Íslandi. Tá hon varð vald á ting, var hon í farloyvi úr Uttanríkisráðnum og arbeiddi í egnari fyritøku. Hon er enn í farloyvi, men væntar aftur at fara í gamla starvið, sum nú er á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni.










