Gunvá við Keldu í Tróndheimi

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er í hesum døgum á vitjan í Tróndheimi, har vinarbýarkommunur hittast at eftirmeta og skipa samstarvið víðari. Avtalan um vinarbýarsamstarvið millum vinarbýirnar Kópavog, Odense, Tróndheim, Norrkøping og Tampere, sum verður kallað Nordisk Platform, hevur nú 15 ár á baki.

Nú hesar vinarbýarkommunur hittast í Noregi, er Gunvá við Keldu, borgarstjóri, á vitjan í Tróndheimi.

Samstarvið millum Klaksvíkar kommunu og aðrar kommunur í okkara grannalondum byrjaði longu í 1967 við Kópavogi í Íslandi.

Vinarbýarsamstarvið hevur síðan ment seg til eina ketu av vinarbýum, ið samstarva innan mentan, útbúgving, vinnulív og umhvørvi. Samstarvið hevur borið nógva frukt, og nógv sambond og vinarbond eru knýtt innan fleiri øki.

Tó eru fyritreytirnar hesi 15 árini sjálvandi broyttar nakað við altjóðagerð, fíggjarkreppu, umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftum, sum júst nú eru nógv uppi í tíðini.

Tí verður á hesi vinabýarstevnu í Tróndheimi, sum varar í tveir dagar við umboðum úr øllum vinarbýunum, spurt eftir, hvørjum leisti samstarvast skal víðari.

Víst hevur verið til felags norðurlendska søgu, mentan og mál, men tó er ætlanin at samstarva um onnur felags øki innan mentan, vinnulív, skúlar og umhvørvi; og eisini at læra at kenna ymiskleikan í hinum vinarbýunum.

Allir býirnir taka til, at serliga inna skúlaøkið hevur samskiftið og samvinnan verið virkin. Tó eru fleiri onnur áhugaverd øki, sum eisini hava virkað væl, eins og onnur eru at seta á skrá at samvinna um.

Dávur Winther, mentanarleiðari, er saman við borgarstjóranum á fundinum í Tróndheimi,