Gunvá við Keldu firtin og særd

- Næsta ár ætla vit at gera íløgur fyri einar 20 miljónir krónur, og hetta er ikki tekin um eina kommunu í djúpari kreppu, staðfestir borgarstjórin Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, sigur seg bæði vera firtna og særda, nú politikarar rógva fram undir, at landsstýrið skal keypa býráðshúsini í Klaksvík fyri at bjarga kommununi úr eini fíggjarligari neyð.

Hetta sigur Gunvá við Keldu við Sosialin í dag.

At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, kannar møguleikan at keypa býráðshúsini í Klaksvík til almenna umsiting og at flyta Taks úr Saltangará til Klaksvíkar, hevur givið summum politikarum illgruna um, at talan er um góðan gamlan rossahandil, sum hevur til endamáls at bjarga Klaksvíkar kommunu úr neyðini.

Borgarstjórin heldur hetta vera langt úti, sum hon tekur til.

- Vit hava eina stóra skuld at dragast við, men talan er ikki um nakað fíggjarligt óføri, sum kommunan má hava tað almenna at hjálpa sær burtur úr.

Gunvá við Keldu sigur, at Klaksvíkar kommuna skyldar 170 miljónir krónur, sum er hálvonnur skattaálíkning.

- Næsta ár ætla vit at gera íløgur fyri einar 20 miljónir krónur, og hetta er ikki tekin um eina kommunu í djúpari kreppu, staðfestir borgarstjórin.

Hinvegin ásannar Gunvá við Keldu, at tað hevði havt stóran týdning fyri Klaksvík at fingið almenn arbeiðspláss til Klaksvíkar, tí kommunan er ógvuliga tengd at gongdini í fiskivinnuni.

Um býráðshúsini, sigur borgarstjórin, at kommunan leingi hevur ætlað sær at selt húsini og í staðin at byggja eini nýggj býráðshús í miðbýnum í Klaksvík.