Gunvá steinaði Heðin

Gunvá við Keldu vil heldur verja ein ræðuskít enn demokratisk prinsipp. Tí stendur hon sum tann, ið steinaði Heðin

Tað finnast í Føroyum nógv fólk, sum í almenna orðaskiftinum helst vilja krógva seg í myrkrinum, meðan tey steina tey, sum standa úti í ljósinum.

Men vit hava tíbetur eina skipan, sum ger hetta trupult.

Tí víst hava vit talufrælsi í Føroyum. Men tað er undir ábyrgd. Tað merkir, at tú kanst siga hvat tú vilt - men tú mást eisini taka ábyrgdina av tí.

Og um tú ikki torir at standa við tað, tú sigur, merkir tað ikki, at ábyrgdin hvørvur. Tað merkir, at onkur annar má taka hana.

Í gomlum døgum prentaðu bløðini dulnevnd lesarabrøv hjá dirvisleysum fólki. Men tað merkti ikki, at eingin hevði ábyrgdina av tí, tey søgdu. Hon endaði bara hjá blaðstjóranum. Hann kundi stevnast fyri tað, sum tey skrivaðu.

 

Posta

Í vikuni bleiv eitt blað borið í húsini við álvarsomum ákærum og grovum illgitingum.

Ein stórur steinur bleiv tveittur, sum rakti Heðin Mortensen í nakkan.

Men har var eingin illgerðarmaður at síggja.

Hann krógvaði seg ikki aftanfyri nakað annað navn. Hann krógvaði seg ikki aftanfyri nakran blaðstjóra.

Nei, hesin krógvaði seg aftanfyri Estra, sum setti upp og lat prenta hansara álop. Og aftanfyri Posta, sum bar álopið út í húsini.

Men báðir stjórarnir snúgva sær undan ábyrgd:

"Sambært lógini er einki krav um, at tað skal upplýsast hvør avsendari er á bløðum", sigur Joel Undir Leitinum á Posta.

Men Posta er altso alment. Sjálvandi røkkur ábyrgdin út um tað, sum er reint juridiskt. Joel vil bara ikki taka ábyrgdina.

 

Estra

Estra veit - sum tey einastu - hvør persónurin ella persónarnir eru. Tí tað var Estra, sum setti blaðið upp og - gangi eg út frá - bílegði bæði prent og útbering.

Stjóri á Estra er ikki hvør sum helst. Tað er Gunvá við Keldu - eitt umboð fyri landsins fólkaræði.

Hon sigur vi in.fo at "Vit hava nógvar kundar og gera tað vit verða biðin. Vit fyrihalda okkum ikki til, um tað skal vera avsendari á ella ikki".

Við øðrum orðum: Gunvá tekur fegin móti pengunum, um onkur vil rinda Estra fyri at seta upp dulnevnd álop á onnur.

Men ábyrgdina tekur hon ikki!

Um hon sleppur undan tí, er avleiðingin, at EINGIN hevur ábyrgdina.

Og so hava vit talufrælsi við ongari ábyrgd.

Tað ber ikki til. Fyri tað um lógin ikki lýsir allar møguleikar út í æsir, so er hon eisini galdandi, har "holini" eru. Tí lógin hevur eitt yvirskipað mál. Tað, sum kallast "andin" í lógini. Og hann er, at vit hava talufrælsi við ábyrgd.

Í einum rættarsamfelag kann ábyrgdin ikki hvørva.

 

Nógv undir illgruna

At smoyggja sær ígjøgnum eitt lógarhol er ofta beinleiðis ólógligt.

Um Gunvá brýtur nakra lóg í hesum føri, dugi eg ikki at siga. Men tað er ið hvussu er sera skeivt, at Gunvá við Keldu lovar fólki, sum steina onnur alment, at krógva seg aftanfyri Estra.

Og tað verður serliga skeivt av, at hon er politikari. Slíkt forpestar jú okkara fólkaræði. Hygg bara at orðaskiftinum í dag, har nógv fólk av órøttum verða løgd undir illgruna.

Í Gøtu situr ein persónur - Gunvá við Keldu - og veit, hvør gitar rætt og hvør gitar skeivt.

Men hon vil ikki út við tí. Hon vil heldur verja ræðuskítin, enn verja okkara grundleggjandi, demokratisku prinsipp.

Hetta kann ein politikari ikki. Hon má ásanna, at hon gjørdi eitt stórt mistak - og síðani gera eitt av tveimum:

 

Antin upplýsa hvør ræðuskíturin er - ella sjálv taka ábyrgdina og siga, at hon er avsendari.

 

Millum tey, sum nú verða løgd undir illgruna, eri eg sjálvur. Mítt svar er, at tað ikki var eg. Men fólk kunnu spyrja Gunvá , tí hon veit. Vil hon ikki svara, er niðurstøðan greið: Gunvá hevur sjálv ábyrgdina. Alt skal lesast sum hennara orð!