Guns N'Roses stevnir bryggjaríi

Rockbólkurin Guns N'Roses stevnir bryggjarínum Oskar Blues Brewery. Orsøkin er , at bryggjaríið framleiðir eina øl, ið nevnist Guns N'Rosé.

Rockbólkurin hevur givið bryggjarínum boð um at gevast við framleiðsluni, men framleiðarin vil ikki gevast við hesum fyrr enn í 2020. Hinvegin metir rockbólkurin, at framleiðslan av ølini skal steðga  sum skjótast, og at bryggjaríið ikki skal draga sær gagn av "goodwill" frá bólkinum.

Tíðindi ganga annars um, at Guns N'Roses arbeiða við nýggjari útgávu, hin seinasta kom í 2008, og verður nýgggja útgávan eisini tann fyrsta síðani 1993, har bassleikarin Duff McKagan og guitarleikarin Slash leika saman.