Guns N? Roses-bloggari vitjan av FBI

Ein bloggari legði í síðstu viku nýggju løg út á alnetið av leingi væntaðu fløguni hjá Guns N? Roses. Nú hava FBI verið á gátt hjá honum.

 

Bloggarin úr Kalifornia, Kevin Skwerl, legði í síðstu viku nýggju sangir út á alnótina frá komandi fløguni ?Chinese Democracy? hjá Guns N? Roses, so at fólk kundu taka løgini niður ókeypis.

 

Kevin, ið áður hevur arbeitt hjá Universal Music, heldur uppá, at hann hevur fingið løgini frá einari ?ónevndari online-keldu?.

 

Fyrr í vikuni fekk Kevin tvey umboð frá FBI á gátt á nýggja arbeiðsplássinum.

- Tað var eins og eitt slysálop og rættiliga óhugnaligt at hugsa sær, at teir vita, hvar eg arbeiði, sigur Kevin við blaðið Rolling Stones.

Umboðsfólkini frá FBI kravdu at síggja upprunaligu fílarnar, men teir hevði Kevin longu beint burtur, eftir strongum boðum frá sakførarum hjá Axl Rose.

 

Nú ferðast fílarnir á alnetinum, og teir eru helst ógjørligir at beina burtur ? óansæð hvussu nógvir sakførarar og FBI-umboðsfólk verða sett á uppgávuna.