Gunnvør er úr Havn, og Jefri er leirvíkingur. Gunnvør er dóttir Tinnu, f. Hansen, av Toftum og Sigurd Berghamar úr Havn. Jefri er sonur Minu, f. Vang, úr Kálvhúsinum á Glyvrum, og Absalon Justinussen, vanliga nevndur Absalon á Garði, í Leirvík.
Gunnvør vaks upp við Rættará og seinni flutti familjan í nýggj hús við Dalavegin í Havn. Sum ung arbeiddi hon í skóhandlinum hjá Demmusi og seinni í fleiri ár á Posthúsinum í miðbýnum í Havn. Gunnvør er sera kreativ og væl liggur fyri at yrkja til veitslur og onnur hátíðarhald í familjuni.
Jefri er sjómaður burturav, hann hevur siglt so at siga alt sítt lív og ger tað enn. Hann fór til skips við sluppini Lizzie, hjá Jógvan Simonsen á Høgabóli, 23. apríl 1953. Í 1959 fór hann á skiparaskúla og tók prógv á sumri í 1960. Hann sigldi sum dekkari við línubátinum Bresti hjá P/F Kimbil frá 1961-63. Frá 1963-72 sigldi hann sum stýrimaður við Beinir hjá sama reiðaríi. Hann sigldi sum stýrimaður við Norðborg hjá P/F Hvalnes frá 1972-88.
Eitt skifti var Jefri arbeiðsformaður á flakavirkinum Frost í Leirvík, frá 1989 til 1993, tá hann fór umborð aftur á Norðborg. Eftir meira enn hálva øld á sjónum hevur Jefri upplivað tær ómetaliga stóru broytingarnar frá gomlu sluppunum til nútímans fiskifør við øllum hentleikum.
Gunnvør og Jefri giftist í 1961 og hava búð í Krosslíð síðan 1966. Tey eiga børnini: Absalon, Annika, Sigurð og Tróndur.