Gunnvør og Hilmar gleða seg at fáa gestir á HeiMA

Í morgin fyllast 10 stovur í Nólsoy við tónleikaáhugaðum gestum. Hvør stova hevur tvær konsertir, so tá Ternan setur kós móti Havnini klokkan 22.50 leygarkvøldið, so hava tað verið 20 konsertir í Nólsoy páskaaftan. Hetta er fjórða ferðin at hesin hugnaligi festivalurin er í Nólsoy.

Millum afturvendandi vertirnar eru Gunnvør og Hilmar Joensen. Tey fara at hýsa konsertum hjá Ranchus og 200, og tey gleða seg til at fáa hesar á vitjan, og tey sum koma at lurta.

– Vit gleða okkum aftur í ár at fáa vitjan páskaaftan, og vit gleða okkum aftur at verða vertir á tiltakinum HeiMA 2019, siga tey bæði.

Og hví gera tey so tað?

##med2##

– Jú, tað ein spennandi dagur. Vit eru spent uppá, hvør tónleikiari man fara at koma í okkara hús at framføra, og hvørjir gestir sum munnu fara at koma á gátt í ár. Kanska koma fleiri av teimum, sum hava verið undanfarnu ár. Fleiri sum eru vorðnir gamlir kenningar eftirhondini - ella kanska fólk, sum ongantíð hava verið inni hjá okkum fyrr, siga tey, og leggja afturat:

##med3##

– Líkamikið hvør - so eru øll vælkomin í gulu húsunum á Ryggi 45. Vit eru klár, og elska at hava gestir, siga Hilmar og Gunnvør.

Meir um tiltakið á www.heima.fo