Gunnnar setti nýtt føroyskt met

Sunnudagin skipaði Føroya Triathlon Felag fyri triathlon kapping í tí sokallaða OL-teininum. Undirtøkan var góð, veðrið var gott og lagið á vinnaranum var gott tá hann frætti, at hann hevði sett nýtt føroyskt met á hesum teini.

Triathlon

Tað vóru ikki færri enn níggju manns, ið tóku dystin upp sunnudagin og bjóðaðu hvør øðrum av á tí sokallaða OL-teininum, ið er 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.
Svomið bleiv í Svimjihøllini í Gundadali, og súkklað bleiv frá Svimjihøllini til Kaldbak, til Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbak og so allan vegin aftur til Havnar. Súkklan bleiv skift við renniskógvar uttan fyri Plantusøluna og so gekk leiðin allan vegin yvir til Føroya Sparikassa Yviri við Strond, og aftur niðan til Plantusøluna. Hesin teinur er 5 km og teinurin skuldi tí rennast tvær ferðir.

Súkklingin avgjørdi
Fleiri góðir svimjarar vóru við, og tað hevði tað við sær, at hesir vóru lidnir við svimjingina tá fleiri av hinum bert høvdu svomið hálvan teinin.
Bogi Lenvig, Hallur Stakksund og Eli Christiansen eru allir ?gamlir? svimjarar, og høvdu teir súkkla eina góða løtu tá vinnarin, Gunnar Dahl-Olsen, setti seg á súkkluna. Men væl gekk við súkklingini, og tað gekk tí ikki long tí fyrr enn Gunnar hevði tikið allar aftur.
Bogi Lenvig telist millum bestu rennararnar í landinum, og tí var umráðandi hjá Gunnari at vinna so nógva tíð sum gjørligt aftur til Boga áðrenn hann slapp í renniskógvarnar.
Hetta eydnaðist eisini og tá Bogi parkeraði súkkluna, ja so hevði Gunnar runnið í uml. 10 minuttir. Hetta er long tíð, men hóast hetta, so vóru nøkur ið hildu, at Bogi allarhelst fór við sigrinum.
Eli kláraði seg eisini væl á súkkluni og eisini hann tók seg skjótt inn á Boga og Hallur. Eisini hann vann sær nakrar minuttir framman fyri Boga og Hall. Og so út at renna. Eli hevði javnt góða ferð, og hann megnaði at halda tørn líka á mál. Tað bleiv til eitt 2. pláss hjá Eli. Bogi gjørdist nummar trý.
Beinir Rasmussen stóð seg eisini væl og leingi lá hann framman fyri bæði Boga og Hallur, men tá farið var undir teir seinastu 5 km, ja so fóru bæði Bogi og Hallur frammum, og Beinir mátti tí taka til takkar við einum 5. plássi.
Væl gekk eisini hjá Eyðtór Joensen, ið júst er byrjaður aftur at venja eftir ein longri steðg. Eyðtór kom smílandi um mállinjuna og tað sá út sum um, at hann saktans kundi runnið bæði ein og tveir túrar aftrat.

Á odda samanlagt
Undan kappingini sunnudagin lá Eli Christiansen á odda, men við sigrinum tryggjaði Gunnar sær 40 stig og liggur nú á odda við 133 stigum í Grand Prix kappingini.
Vinnarin av Grand Prix kappingini verður funnin í seinnu helvt av september. Tvey umfør eru eftir og tá verður kappast í ávikavist Sprint Triathlon og síðani á OL-teininum. Hesar báðar kappingar eru samstundis FM-kappingar.

Úrslitini í kappingini vóru hesi:

Nr. NavnSvimjingSkift 1.SúkklingSkift 2.RenningSamlað
1. Gunnar D Olsen23:162:141:06:2143:082:14:59
2. Eli Christiansen22:051:551:11:4544:112:19:56
3. Bogi Lenvig19:352:101:23:5538:352:24:18
4. Hallur Stakssund20:302:261:22:0742:582:28:01
5. Beinir Rasmussen24:451:451:13:2850:252:30:23
6. Evald Rasmussen24:491:161:21:2750:032:37:37
7. Kári Simonsen29:092:521:17:3450:482:40:23
8. Eyðtór Joensen37:082:351:21:5447:282:49:07
9. Robert Vilhelmsen37:234:051:35:1351:253:08:06





Samlaða støðan aftan á fýra umfør:

MennStig
1Gunnar Dahl-Olsen133
2Eli Christiansen128
3Bogi Lenvig114
4Hallur Stakksund110
5Evald Rasmussen66
6Kári Simonsen58
7Beinir Rasmussen52
8Dia Jacobsen30
9Eyðtór Joensen36
10Robert Vilhelmsen32

KvinnurStig

1Katrin Sørensen80
2Rannvá Jacobsen74
3Annika Jacobsen30
4 Brynhild Klein26