Gunnleyg leiðari fyri alt eldraøkið

Í gjár tók Gunnleyg Durhuus við starvinum sum leiðari fyri alt eldraøkið í landinum. Talan er um eitt nýtt starv undir Almanna- og Heilsumálaráðnum.

Gunnleyg Durhuus hevur seinastu gott og væl seks árini starvast sum trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu, og í hesum starvi hevur eisini fingið gott innlit í eldraøkið.
 
Hevur stóran áhuga fyri økinum
- Eg kenni væl eldraøkið frá mínum arbeiði á býráðnum, har eg havi verið við í sambandi við bygging av eitt nú heimið fyri minnisveik í Vallalíð og Tjarnargarð. Eisini tók Tórshavnar Kommuna sum tann fyrsta í landinum stig til at velja eitt eldraráð, og tí arbeiðinum var eg eisini partur av, sigur Gunnleyg Durhuus.
Hon sigur, at hon í sambandi við hetta arbeiði fekk stóran áhuga fyri eldraøkinum, og tá ið hon so sá starvslýsingina eftir leiðara til alt eldraøkið, helt hon tað verða júst nakað fyri hana.
- Eg hevði góðan hug at royna nakað nýtt, og eg haldi eisini, at tað er serliga spennandi at fara í eitt slíkt starv, tá ið talan er um eitt heilt nýtt starv, sigur Gunnleyg Durhuus.
 
Leiðslan er nú fullmannað
Nú Gunnleyg Durhuus er byrjað í nýggja starvinum, er ovasta leiðslan í Heimarøktini og Serforsorgini fullmannað.
Í tíðindaskrivi sigur Mary í Garði, deildarstjóri, at nú verður farið undir miðvíst arbeiði at styrkja stovnin leiðsluliga, og hetta fer at geva betri møguleikar at samskipa og gagnnýta førleikan innan tey økir, ið stovnurin fevnir um.
Heimarøktin og Serforsorgin, sum skjótt fer at fáa nýtt navn og nýggja heimasíðu, umsitur fyri umleið 440 milliónir krónur árliga, og eini 1400 fólk arbeiða undir stovninum.