Millum atfinningarnar, sum hava verið frammi í sambandi við Visjón 2015 hjá landsstýrinum, hevur verið nevnt, at fakfeløgini ikki vóru umboðað í arbeiðsbólkinum, sum skal orða eina visjón fyri arbeiðsmarknaðin í 2015.
Undir tíðindafundinum á Hotel Føroyum, tá embætisfólkini hjá løgmanni vóru liðug við powerpoint framløguna av Visjónsætlanini, tók formaður Starvsmannafelagsins orðið. Og hann spurdi, hvussu tað bar til, at onki umboð fyri løntakaran var í arbeiðsbólkinum. Gunnleivur segði, at hann helt tað vera løgið, at onki umboð var fyri fakfeløgini, tá uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at orða eina visjón, og at tað møguliga verða grundleggjandi fakfelagspolitiskar avgerðir, sum skulu viðgerast. Bjarni Djurholm svaraði Gunnleivi, at landsstýrið metti Páll Nielsen, advokat, vera eitt hóskandi umboð fyri fakfeløgini, tí hann hevur gott innlit í fakfelagsmál og hann í mongum øðrum førum hevði umboðað fakfeløgini.
Síðani hendi tað, at Bjarni Djurholm setti seg í samband við Gunnleiv, og bjóðaði honum sess í arbeiðsbólkinum.
--
BOX!!!
Arbeiðsmarknaður
Allýsing og avmarking
Tað er av alstórum týdningi fyri hin einstaka og fyri vinnuna
" at arbeiðsmegin er flytfør
" at hin einstaki hevur ella kann fáa sær eftirspurdar førleikar
" at friður valdar á arbeiðsmarknaðinum
" at tað eru skipanir, sum gagna hinum einstaka, bæði í og eftir virkna arbeiðslívið
Visjónin um arbeiðsmarknaðin skal fevna um:
" Smidligar skipanir fyri útvegan av arbeiðsmegi
" Førleikamenning av arbeiðsmegi:
o uppgraderingar av førleika hjá arbeiðstøkari arbeiðsmegi
o uppgraderingar av førleika hjá ófaklærdari arbeiðsmegi
o framhaldandi eftirútbúgvingarskipanir
" Skipanir at forða fyri og at loysa trætumál skjótt
" Persónligar eftirlønarskipanir, sum samvirka við fólkapensión og samhaldsføstu arbeiðsmarknaðarskipanina
Persónar í strategibólkinum:
" Arne Poulsen, formaður
" Maria Róin, Vinnumálaráðið
" Snorri Fjalsbak, lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum
" Kári á Rógvi, advokatur og formaður í Javnstøðunevndini
" Kristoffur Laksá, Arbeiðsgevarafelagið
" Páll Nielsen, advokatur
" Alfred Petersen, advokatur
(" Gunnleivur Dalsgarð, Starvsmannafelagið)
Setningur hjá strategibólki
1) Setast skulu mál fyri arbeiðsmarknaðin
2) Staðfestast skulu teir trupulleikar og/ella avbjóðingar, ið eru fyri at røkka málunum
3) Við støði í teimum málum, sum eru sett og teimum trupulleikum/avbjóðingum, sum eru staðfest, skal orðast ein ætlan fyri, hvussu vit røkka málunum