Í grein í Sosialinum í dag, mikudag, vísir formaðurin í Búskaparráðnum, Bjarni Olsen á, at eftir hansara tykki er bert ráðiligt við einum lønarvøkstri uppá eini2-3%.
Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum verður hetta mótmælt. Gunnleivur Dalsgarð er ikki samdur og vísir hesum aftur á heima síðuni, har millum annað stendur at lesa, at formaðurin í Starvsmannafelagnum , Gunnleivur Dalsgarð metir, at tað vera løgið av formanninum í Búskaparráðnum, at koma við boðum um varsemi:
? Vit eiga okkara part av framgongdini í samfelagnum, svarar
formaðurin í Starvsmannafelagnum Bjarna Olsen, sum bert heldur eini 2-3% eru ráðiligur lønarvøkstur.
? Tað er ómetaliga løgið, at formaðurin í Búskaparráðnum júst nú kemur við einum boðskapi um at vísa
varsemi, samstundis sum semingsmenninir royna at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. Hetta kann skaða
semingsroyndirnar.
Bjarni Olsen var eisini serkønur í arbeiðsbólkinum, sum saman við Starvsmannafelagnum og
Fíggjarmálastýrinum um vikuskiftið kannaði prístalsgrundarlagið, og sum kom til ta niðurstøðu, at
prísvøksturin var 2,6 prosent. Samstundis er hann leiðari á Hagstovuni, sum hevur almennu
prístalsútrokningina um hendi,og sum vísir, at prísvøksturin í fjør var 4,7 prosent.
? Limirnir í Starvsmannafelagnum hava sanniliga víst afturhald og varsemi. Øll níti-árini er lønin hækkað 95
krónur. Nú er framgongd í samfelagnum, og vit eiga okkara part, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Bjarni Olsen sigur við Sosialin, at í grannalondunum verður mett, at lønarvøksturin verður 2-3 prosent um árið.
Verður lønarvøksturin í Føroyum størri, versnar kappingarførið.
Hesum vísir formaðurin í Starvsmannafelagnum aftur.
? Vit hava fleiri ferðir víst á, at grannalondini eru farin at yvirhála okkum, tá ið ræður um løn. Eitt
láglønarsamfelag skapar einki kappingarføri. Tað eru ikki okkara limir, sum tyngja útreiðslurnar hjá tí almenna.
Hinvegin er miðfyrisitingin bólgnað upp við stjórum og leiðarum seinastu árini, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at enda vit sum láglønarsamfelag, missa vit fólk til grannalondini, og harvið eisini kunnleikan.
Skulu vit fáa tey aftur til landið, noyðast vit at gjalda í dýrum dómum.
Gunnleivur Dalsgarð heldur seg eisini kenna hugburðin hjá privatu arbeiðsgevarasíðuni aftur í orðunum hjá
Bjarna Olsen. Á nýggjárinum legði stjórin í Føroya Arbeiðsgevarafelag upp til, at tey alment løntu høvdu
gloymt, at landið var í kreppu í 90-unum.
Spurdur, um tað ikki er rímiligt, at limirnir í Starvsmannafelagnum fáa tað aftur, sum teir mistu í kreppuárunun,
svarar Bjarni Olsen blaðmanninum á Sosialinum, at hetta er fortíð.
? Nú er tað framtíðina, vit skulu byggja á, sigur formaðurin í Búskaparráðnum við Sosialin..
? Tað er ov bíligt at málbera seg soleiðis, sigur Gunnleivur Dalsgarð. ? Fortíðin er við til at skapa framtíðina. Tí
er heilt sjálvsagt, at vit eiga okkara part av køkuni, nú framgongd er í samfelagnum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir sostatt aftur í greinini á heima síðu felagsins, sum her nærum er endurgivin í fullari longd, tí, sum Bjarni Olsen førir fram.