Undir heitinum Várrøddir, verður leygarkvøldið skipað fyri sonevndum musical evening ?a Meiarínum.
Og umframt at vera várrøddir, so eru tað kendar røddir, ið mynda kvøldið. Gunnhild Andreasen telist millum royndastu og vakrastu røddir, ið vit eiga í Føroyum. Hon hevur síðani á heilt ungum árum verið við í kórhøpi. Hon tekur sangin í álvara og roynir at menna seg innan hesa grein. Hon hevur m.a. verið á skeiði í Danmark fyri stuttum.
Men umframt kórsang, so hevur Gunnhild eisini roynt seg innan aðrar greinar av sangi og sungið solo. Á skránni leygarkvøldið er breitt úrval av tí, hon hevur fingist við seinastu mongu árini.
Gestasangarar leygarkvøldið eru Eivør Pálsdóttir og Malan Eyðunsdóttir, sum kemur á marknaðin við solofløgu um stutta tíð.
Tónleikarar verða Stamen Stantchev, Edvard Nyholm Debess og Herluf Lützen. Gesatónleikari er Karsten Vogel.
Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar og tey kosta 100 krónur. Tiltakið Várrøddir byrjar klokan 22 leygarkvøldið.