Gunnarsson er bestur í ÍF Føroyum

Jóhan Viderø Gunnarsson er ársins leikari á besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum, meðan Fríða Beder bleiv ársins leikari hjá kvinnunum

Herfyri endaði kappingarárið hjá føroysku útietunum í Keypmannahavn. Felagið telur trý mans lið, eitt kvinnulið umframt eitt sjey-manslið. Gjøgnum alt kappingarárið hava leikararnir atkvøtt um dagsins leikara eftir hvønn spældan dyst, og hesar atkvøðurnar vórðu taldar saman fyri góðari viku síðani, tá ársins leikarar vórðu kunngjørdir.

B36 er best
Eftir at HB vann Føroyameistaraheitið kunnu tey í B36 nú ugga seg við, at tey eftir øllum at døma eiga fleiri góðar útisetar. Jóhan Viderø Gunnarsson gjørdist ársins leikari á 1. liði hjá ÍF Føroyum. Venjarin, Sigmund Mikkelsen, hevði talt saman og segði, at har var eingin ivi um, hvør átti flestar atkvøður.
Hinvegin hava avrikini hjá 1. liði verið rættiliga ivasom. 13 dystir, fýra sigrar og níggju tap eru ikki nøktandi. Men manningin hevur verið ógvuliga skiftandi og 1. lið hevur sum siðvenju at missa nógv stig eftir summarsteðgin. Tað er eftir jól og fram til summar, at teir hála stig heim og tað rokna tey eisini við í ár.
Á næstbesta liðnum hjá ÍF Føroyum var tað eisini ein B36-ari, sum fór avstað við flest atkvøðum, har liðformaðurin Helgi Justinussen varð kosin ársins leikari á 2. liði. 2. lið hevði eitt heilt hampiligt kappingarár, har teir gjørdust nummar fimm í deildini.
3. lið hjá ÍF Føroyum hevði eisini atkvøtt um dagsins leikara, og her var tað ein nýggjur maður í felagnum, sum fór við heiðrinum. Gamli málverjin Matthias Samuelsen, sum annars bara hevur spælt sum útispælari í ÍF Føroyum, varð kosin ársins leikari á 3. liði.
3. lið hevur eitt frálíkt kappingarár, gjørdist nummar fýra við 19 stigum – tvey stig færri enn nummar tvey.

Fríða besta kvinnan
Hjá kvinnunum hevur kappingarárið verið lítið at rópa hurrá fyri. Av níggju dystum hava tær bara vunnið ein – hinar átta hava tær tapt. Tað eydnaðist bara at skjóta átta mál, meðan heili 34 fóru í gjøgnum. Við øðrum orðum endaðu kvinnurnar skeivu megin markið og flyta tí niður.
Ikki tí, onkrar av føroysku kvinnunum hava tó staðið seg væl og í ár. Teirra millum Fríða Beder, sum eisini varð kosin ársins kvinnuligi leikari hjá ÍF Føroyum.
Nú er fótbóltsdeildin hjá ÍF Føroyum farin í summarfrí. Fleiri av leikarunum eru farnir undir hondbólt ella flogbólt í vetrarsteðginum, meðan fótbólturin bíðar til næsta ár.