Tað er ongin ivi um, at Gunnar Nielsen verður millum stengurnar, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Hann hevur verið undir skurð í vetur, tí hann hevur slitið eitt liðband í hondini.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Skurðviðgerðin gekk væl og málverjin er nú frískur og klárur at spæla. Hann beklaði til venjing mikudagin, men sigur sjálvur, at tað ikki er nakar trupulleiki.
- Hetta er ein torfør mótstøða og vit skulu spæla væl fyri at hava nakran møguleika, sigur Gunnar Nielsen, sum spælir við íslandska meistaraliðnum, FH.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Í SportBoxini, sum verður á Rás2 millum 10 og 12, verður upptakt til landsdystin. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 19.
Vit gita liðið: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen – Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.