Gunnar við nýggjum sangi

Gunnar Holm-Linterman (fyrr Mikkelsen) hevur útgivið nýggjan sang. Gunnar varð landskendur í Danmark og Føroyum, tá ið hann vann sangkappingina »Stjerne for en aften« í 2003.

Eftir fleiri ár burtur frá tónleiki er Gunnar nú aftur virkin sum sangskrivari og sangari. Hann framførir undir navninum Saint Kodiak.

Nú um dagarnar kom nýggjur sangur frá Saint Kodiak. Sangurin kallast Muhammed Ali og kann síggjast sum sjónbandalag ovast í greinini.