Gunnar verður hvestur til framtíðina

1.deild menn: Á Argjum fyrireika tey seg til eitt ár í næstbestu deildini og tað gevur fleiri møguleikar til ungar spælarar

Á Argjum verða seglini repaði til komandi kappingarár. Flestu av útlendsku spælarunum væntast ikki at halda fram, og tað er óvist um lyklaspælarar sum Ragnar Skála og Brian Jakobsen halda fram á Argjum.

 

Ein av teimum, sum hevur snoddað til besta liðið, men enn ikki fingið sítt gjøgnumbrot, er 18 ára gamli Gunnar Reynslág. Hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

- Gunnar hevur nú verið partur av Betrideildarhópinum í tvey ár. Lámi spælarin við góða skotførleikanum hevur spælt bæði sum miðvallari og vinstri bakkur, men á næstbesta liðnum og hjá U21, har hann hevur spælt mest í ár, hevur hann víst seg sum ein sera góðan miðvallara við góðum spælskili. Hesi liðini hava eisini notið væl av, at Gunnar er deyðbóltssnillingur, tí tað eru blivin til óvanliga nógv upplegg upp á frí- og hornspark frá Gunnari, skrivar AB.

 

Í ár hevur Gunnar spælt heili 39 dystir fyri AB - átta í Betrideildini, 17 í 2. deild og 14 við U21-liðnum.

 

- Næsta ár rokna vit við enn meira spælitíð til Gunnar á besta liðnum, ið fer at stremba eftir skjótari uppflyting úr 1. deild í Betrideildina, staðfestur AB í skrivi.

 

Hann væntast saman við Dánjali Danielsen at fáa ein størri leiklut, men 34 ára gamli Heðin Stenberg er farin at leitað eftir málmanshandskunum aftur. Hann verður eisini við komandi kappingarár á Argjum. Enn er ógreitt hvør verður venjari.