Eftir at danskir og føroyskir fjølmiðlar síðstu dagarnar hava umrøtt málið um Gunnar Guillermo Nielsen ? at hann skal fara úr Danmark og heim til Argentina innan 27. mars ? hevur fyrrverandi fótbóltsleikarin í ÍF, GÍ og KÍ nú fingið boð um, at hann kann útseta ferðina til heimlandið í eina tíð.
Fyri eini tíð síðani fekk Gunnar boð um, at hann ikki fekk varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Tískil fekk hann ein mánað, um at sleppa sær úr landinum. Gjørdi hann ikki tað, kom løgreglan eftir honum.
Hetta helt Gunnar Guillermo Nielsen ikki vera rímiligt, so hann sendi eina klagu til Uttanríkisráðið. Hesa klagu hevur ráðið nú tikið til eftirtektar, og Gunnar sleppur at vera í Danmark so leingi málið verður viðgjørt.
Gunnar Guillermo Nielsen hevur danskan abba, tosar bæði danskt og føroyskt, umframt at hann hevur eina dóttir við eini føroyskari kvinnu, og í dag heldur saman við eini danskari kvinnu. Seinastu fimm árini hevur hann búð í bæði Føroyum og Danmark, har hann hevur spælt fótbólt og gingið í skúla.










