Gunnar venur við SønderjyskE

Føroyski landsliðsmálmaðurin venur í hesum døgum við danska superliga liðnum hjá SønderjyskE.

 

Tað veit bold.dk at siga í dag. Gunnar Nielsen fór av landinum í gjár, og eftir øllum at døma, so gekk leiðin til SønderjyskE. Felagið hevur júst sagt fravæl við Håkon Opdal og leitar nú eftir einum nýggjum málverja.

 

Bold.dk setur eisini Gunnar Nielsen í samband við Silkeborg, sum møguliga skal hava nýggja málmann, um núverandi málverjin velur at skifta felag.

 

Gunnar skal venja við Sønderjyske fram til fríggjadagin.