##med2##
Leygardagin klokkan 17 skal føroyska fótbóltslandsliðið royna at reisa seg í tí seinna venjingardystinum, ið verður leiktur móti Kosovo í Pristina.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Undansendingin byrjar klokkan 16.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Fyrr í dag gjørdi Tróndur Arge eina samrøðu við Gunnar Vatnhamar, ið spældi sín helst vánaligasta landsdyst nakrantíð aftaná fleiri góð avrik.
Gunnar slær fast, at hann sum hinir fara at læra av mistøkunum, ið vóru gjørd í 0-5 stórtapinum fyri Kekkia fyrrakvøldið.
Móti Kosovo verður talan um eitt munandi betri avrik er Gunnar vísur í.