Gunnar Vatnhamar: Kravdi nógv at knógva TB (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá TB og Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðurnar Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi við Stórá í Trongisvági aftaná Víkingur við málum hjá Adeshina Lawal og Sølva Vatnhamar vann 2-1 á TB. Stefan Radosavljevic skoraði fyri TB.

 

1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið skoraði sítt fimta mál fyri TB hetta kappingarárið. Stefan viðgongur, at tað samlað var rættvíst, at Víkingur fór við sigrinum.

 

2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi, ið staðfestir, at tað krevur hart stríð at knógva TB. Tó heldur Gunnar ikki, at TB hevði nógvar aðrar málmøguleikar enn dundurskotið Stefan Radosavljevic setti í netið.

 

2. páskadag spælir TB fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið á útivølli móti Skála. Víkingur spælir á heimavølli fjórðingsfinalu móti B68 á heimavølli.