Gunnar Vatnhamar: Eg taki hvønn minutt eg fái

FM1: Stríðsmaðurin úr Leirvík er til reiðar at taka av møguleikanum – um hann fær hann

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við Gunnar Vatnhamar við at trýsta á pílin omanfyri

 

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan HM-undankappingardystinum móti Eysturríki, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Millum spælararnar, sum miðlarnir fingu atgongd til í dag, var Gunnar Vatnhamar. Stríðsmaðurin úr Leirvík hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum og nógv bendir á, at hann eisini verður millum teir fyrstu ellivu í morgin.

 

- Eg eri altíð til reiðar. Eg taki hvønn minutt, sum eg kann fáa á landsliðnum og vísi meg fram. Tað ætli eg mær eisini í morgin, um eg fái kjansin, sigur Gunnar Vatnhamar.

 

Hann byrjaði landsliðstíðina sum høgri bakkur, og hevur eisini spælt onkran dystir á vonginum, men hann kennur seg besti á verjukenda miðvøllinum ella í verjuni.

 

- Eg trívist best á miðjuni ella í miðverjuni. Á landsliðnum riggar tað væl saman við Halli og Brandi og í Víkingi riggar tað væl í miðverjuni, sigur Gunnar Vatnhamar.

 

Hann leggur stóran dent á, at tað eitt føroyskt landslið má standa saman og stríðast sum ein eind, um vit skulu hava ein møguleika at fáa eitt úrslit móti Eysturríki.

 

FM1 hevur upptakt í Fótbóltspanelinum, sum verður frá klokkan 15 til 17 í dag. Í morgin verður byrjað við at endursenda 30 ára haldið við hetjunum úr Landskrona klokkan 15. Frá klokkan 17 verður sent beinleiðis av Tórsvølli.