Ein av heimsins mest krevjandi ítróttakappingum. Soleiðis verður ofta tikið til, tá tosað verður um vælkendu iron-man kappingina á Hawaii, sum er størsta og kendasta kappingin innan triatlon.
Á hesi svimja luttakararnir 3,8 km, súkkla síðani 180 km, fyri síðani at enda við eini marathon renning, sum er góðar 42 km.
Sanniliga nakað, sum kann fáa flestu okkara at missa ondina, bert við hugsa um tað, men triatlon er eisini ein ítróttagrein, sum kappast verður í her heima.
Sprint
Tað er tó ikki í fullari útgávu at kappast verður í Føroyum, men hinvegin er ivaleyst eisini nóg strævið at luttaka í sonevndu sprint-triatlon kappingini, sum varð skipað undanfarna vikuskiftið.
Teinarnir eru her nakað væl styttri, men fyri at fullføra svimjingina (750 m), súkklingina (22 km) og renningina (5,5 km), er púra greitt, at tú noyðist at vera í góðari venjing.
Sum tað framgongur av úrslitunum niðanfyri, so gjørdist Gunnar Dahl Olsen ein rættuliga greiður vinnari, meðan Tony Ditlevsen og Kári Brattaberg eisini vóru sannførandi sum ávíkavist nr. 2 og 3.
Ikki heilt óvæntað var tað serliga í súkklingini, at Gunnar legði sjógv millum seg og mótstøðumenninar, men umframt at vinna greitt í hesi greinini, so megnaði hann eisini at gerast næstbestur í bæði svimjing og renning, so samanumtikið var einki at ivast í, at talan varð um rætta vinnaran
Úrslitið av kappingini:
1Gunnar Dahl Olsen1.14,43
2Tony Ditlevsen1.17,00
3Kári Brattaberg1.19,04
4Evald Rasmussen1.23,26
5Beinir Rasmussen1.24,22
6Høgni Øster1.26,23
7Rókur í Jákupsstovu1.26,24
8Kári Simonsen1.36,37