Súkkling
Fríggjadagin fóru føroyskir súkklarar til Íslands at luttaka í afturvendandi súkklukappingini Tour de Iceland.
Kappingin er samansett at trimum kappingum, Landavegkoyring, Býarkoyring og Einkultstart, og kappast bleiv millum unglingar og menn.
Og sæð úr einum føroyskum sjónarhorni, so gjørdist talan um eitt sera gott úrslit.
Hjá monnunum vóru føroyingar nevnliga á teimum báðum fremstu plássunum. Kappingin var alla tíðina hørð, men við einum sera góðum einkultstarti eydnaðist tó Gunnari Dahl-Olsen at stríða seg fram um Boga Kristiansen á seinasta teininum. Samanlagt var munurin teirra millum 49 sekund, og síðani vóru bert 20 sekund niður til Gunnlaug Jónasson á triðja plássinum.
Eisini hjá unglingum gekst væl. Her eydnaðist tað bara 14 ára gamla Torkil Veyhe at gerast nummar trý. Ikki minst takkað verið einum sera góðum avriki í býarkoyringini.
Sum fyrireiking
Komandi ár verður aftur høvi hjá føroysku súkklarum at royna seg í hesari kapping, men komandi ár verður kappingin eittt sindur fyrr um árið, og gongur sum ætlað sleppa føroyingar at royna seg í Íslandi longu í juni mánað, og verður hetta heilt vist ein góð fyrireiking undan Oyggjaleikum, sum byrja í fyrru helvt av juli.










