Sunnudagin tók Gunnar Dahl-Olsen lut í fjallasúkklukapping í Pólandi, og illa kann sigast annað enn, at tað gekk heilt væl. Hann bleiv nummar tvey í sínum aldursbólki, har 20 súkklaður kappaðust. Samanlagt vóru á leið 830 súkklarar við í kappingini. Talan var um 75 kilometrar við blandaðari súkkling og nógum avbjóðingum, og sum heild verður mett, at talan var um sera gott avrik hjá Gunnari.










