Súkkling
Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í landavegsúkkling. Teinurin var teinurin frá keiini á Toftum, uppum Eiðisskarð, suður gjøgnum Sundalagið, eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Komnir til Havnar var koyrt oman eftir Oyggjarvegnum, eftir Ringvegnum, niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa, eftir Hvítanesvegnum har málið var. Seinasta strekkið í Havnini skuldi koyrast tvær ferðir. Teinurin var uml. 105 km.
Unglingar koyrdu tó ein tein, ið er eitt sindur styttri. Munurin er, at hesir ikki koyrdu eftir Oyggjarvegnum, men koyra gjøgnum Kaldbakstunnilin til Havnar. Eisini hjá teimum var málið við Plantusøluna við Hvítanesvegin, og eisini teir koyra teinin Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi og Hvítanesvegur tvær ferðir. Teinurin er umleið 90 km.
Eins og til FM kappingina í einkultstarti síðsta leygardag, var undirtøkan rættiliga góð. Hjá teimum vaksnu vóru 10 luttakarar, harav 8 gjøgnumførdu. Guðmund Joensen og Gutti Harryson vóru við fyri fyrstu ferð. Teir høvdu avtalað at fylgjast og komu báður á mál sum nr. 7.
Hjá unglingunum vóru tríggir luttakarar, harav tveir komu á mál. Hans Krossstein fekk trupuleikar av einum gomlum skaða, og var noyddur at gevast!
Allir fylgdust nøkunlunda av Toftum til Eiðisskarð. Men í brekkuni niðan á Eiðisskarð bleiv felti meiri spjatt, og til Havnar koyrdu teir flestu einsamallir.
Komandi leygardag er tað býarkoyringin, sum stendur á skránni. Hetta fer fram uppi á Hálsi í Havn, og tá verður eisini møguleiki hjá yngru súkklarnum at kappast.
Úrslit, FM í landavegskoyring
Vaksin
1Gunnar Dahl-Olsen3t 17min 42sek
2Eli J. Christiansen3t 42min 34sek
3Sverri Mohr-Edvinson3t 42min 35sek
4Palle Melchiorsen4t 04min 09sek
5Christian Guttesen4t 05min 54sek
6Kári Simonsen4t 06min 59sek
7Guðmund Joensen4t 12min 26sek
7Gutti Harryson4t 12min 26sek
Útgingin
Jón Ellingsgaard
Evald Rasmussen
Unglingar
Bergur Johansen3t 28min 05sek
Dánjal Michalsen3t 42min 46sek
Útgingin
Hans Krosstein