Gunnar vann Hoydalskappingina

Gunnar Dahl Olsen var fyrsti maðurin um málstrikuna, tá Hoydalskappingin í duathlon var á skránni um vikuskiftið

Hoydalskappingin í Duathlon var á skránni um vikuskiftið, og her skuldu íðkararnir út á ein 16 km langan súkklutúr, áðrenn teir skuldu renna átta km.
Skjótt var greitt, at kappingin fór at standa millum Gunnar Dahl Olsen og Eli Christiansen. Hesir báðir løgdu seg nevniliga á odda tíðliga í kappingini, men sum frá leið fór Gunnar frá Eli. Gunnar var eisini fyrstur á mál á súkkluni, og so var tað rennitúrurin, sum lá fyri framman.
Eisini her vísti Gunnar Dahl Olsen seg at vera sterkast. Hann økti um munin niður til Eli Christiansen á øðrum plássi, og aftanfyri byrjaði Andrass Joensen nú at nærkast. Kappingin um fremsta plássið var í roynd og veru avgjørd, so størsti spenningurin var nú, um Andrass fór at fanga Eli aftur, ella um Eli fór at halda sítt annað pláss.
Í tveimum umførum megnaði Andrass eisini at fara fram við Eli á rennitúrinum, men at enda vísti Eli seg at vera tann sterkasti, og hann endaði eisini á øðrum plássi 14 sekund frammanfyri Andrass.
Sostatt gjørdist Gunnar Dahl Olsen vinnari av kappingini, Eli Christiansen endaði á øðrum plássi, meðan Andrass Joensen bleiv nummar trý.
Súsanna Skylv Sørensen var eisini við í kappingini, men hon hevði onga súkklu, og tí hevði hon valt bert at renna. Hon fór avstað á rennitúrin saman við Gunnari, og hevði hon næstskjótastu tíðina á renniteininum, har Andrass Joensen var sterkastur.